- Tíðindi, mentan og ítróttur
Studni kann lata føroyskum næmingum stuðul
Studni kann lata føroyskum næmingum stuðul
Lógarheimildin er komin aftur, og uppskot um kunngerð gjørt um stuðul til næmingar í United World College Red Cross Nordic í Noregi

United World College Red Cross Nordic í Noregi
04.05.2021 - 09:17
Nú eru bæði lóg og kunngerð, sum siga, at Studni skal gjalda føroyskum næmingum í United World College Red Cross Nordic í Noregi stuðul.
Stuðul er kortini goldin higartil, men heimildin at gjalda datt úr lógini um gymnasialar miðnámsútbúgvingar í 2012.
Nú er lógarheimildin komin aftur, og eitt uppskot um kunngerð er gjørt.
Sambært uppskotinum kann Studni geva studning til skúlagjald íroknað mat og innivist í tvey ár.
Treytin er, at ein næmingur verður tikin inn um árið, og hann gongur í tvey ár í skúlanum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV