Tilbúgvingarlógin kemur ikki aftur úr nevnd

Tilbúgvingarlógin kemur ikki aftur úr nevnd
Uppskotið fór aftur í Vinnunevndina fríggjadagin í síðstu viku
Sambært teimum, sum vildu hava málið aftur í nevnd, hevur landsstýrismaðurin ikki tikið kommunurnar við uppá ráð, tá hann gjørdi uppskotið
Mynd: Gilli Brend í Hoyvík  
 
29.04.2021 - 14:47

Uppskotið um at broyta tilbúgvingarlógina kemur ikki aftur í tingið í hesum umfari.

Uppskotið fór aftur í Vinnunevndina fríggjadagin í síðstu viku.

Millum annað nøkur tingfólk hjá samgonguni vildu hava málið aftur í nevnd.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eigur uppskotið.

Ikki tikin við upp á ráð

Sambært teimum, sum vildu hava málið aftur í nevnd, hevur landsstýrismaðurin ikki tikið kommunurnar við uppá ráð, tá hann gjørdi uppskotið.

Uppskotið er millum annað at skipa eina felags vaktarmiðstøð, sum kommunurnar skulu eiga og reka.

Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sigur, at haðani kemur málið ikki í dag.

Og hetta er seinasti tingdagur í hesum umfarinum.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681