Nýggj skipan um miðlastuðul næsta ár

Nýggj skipan um miðlastuðul næsta ár
Tingið hevur samtykt uppskotið við teimum broytingum, sum samgongan í mentanarnevndini mælti til.
Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting, og hinir miðlarnir fáa nýggja stuðulsskipan næsta ár. 70 prosent av stuðlinum skulu fara til verkætlanir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.04.2021 - 14:42

Løgtingið hevur samtykt uppskotið frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um miðlastuðul við teimum broytingum, sum samgongufólkini í mentanarnevndini skutu upp at gera.

Landsstýrismaðurin skeyt upp, at allur miðlastuðulin skuldi fara til verkætlanir.

Sambært broytingaruppskotinum frá samgonguni í mentanarnevndini, sum varð samtykt, skulu 30 prosent av stuðlinum fara til lønir hjá miðlunum.

Eingin miðil ella miðlasamtak eigur at fáa meira enn 40 prosent av teimum 30 prosentunum.

Hini 70 prosentini skulu fara til verkætlanir.

Tingið hevur eisini samtykt, at broytingarnar í miðlastuðulslógini skulu ikki koma í gildi fyrr enn 1. januar næsta ár. 

Andstøðan mælti frá

Andstøðuflokkarnir í mentanarnevndini søgdu, at játtanin til miðlastuðul eigur at hækka úr tveimum upp í fýra milliónir kr., og at stuðulin til verkætlanir skuldi leggjast aftrat teimum báðum milliónunum, sum nú eru.

Andstøðuflokkarnir tóku ikki undir við uppskotinum frá Jenisi av Rana, og mæltu til at fella tað.

Við aðru viðgerð varð skotið upp at beina málið aftur í mentanarnevndina, men tað varð felt. 

Broytingaruppskotið frá samgonguni í mentanarnevndini varð samtykt við 15 atkvøðum fyri og 13 ímóti.

Málið um miðlastuðul skal hava eina viðgerð aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681