- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríðkaðu um seks støð
Talan var um Closed for Maintenance, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.
Arbeiðsuppgávurnar snúðu seg um at gera gøtur, at byggja brýr, at endurreisa og umvæla varðar og at seta vegvísarar upp, so tað verður høgligari og tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.
Arbeitt var á seks støðum kring landið, í Vestmanna, Vági, Mykinesi, Nólsoy, Kambsdali og Kirkjubø.
Átakið verður endurtikið
Millum luttakararnir vóru fólk úr øllum landinum og í øllum aldursbólkum. Tann ynskti, ið tók lut, var 21 ár, og tann elsti 80 ár. Býtið millum kynini var javnt, sigur Visit Faroe Islands.
Avgjørt er at endurtaka átakið komandi árini, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands.
Gongst sum ætlað, verður Closed for Maintenance átakið aftur á skrá í heyst, tá ið bæði útlendingar og føroyingar fara at arbeiða við at varðveita føroysku náttúruna.