- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áhugi fyri tunfiskaveiðu

Fiskimálaráðið hevur umsóknir um at sleppa at royna eftir tunfiski.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur svarað Una Rasmussen, løgtingsmanni, um tunfisk og royndarfiskiskap.
Í fyrsta umfari er ikki ætlanin at áseta kvotu í sambandi við møguligan royndarfiskiskap eftir tunfiski í føroyskum sjógvi, sigur Jacob Vestergaard.
160 til 240 tons um árið
Um aldarskiftið fiskaðu skip úr Føroyum og Japan tunfisk í føroyskum sjógvi. Tey fingu millum 160 og 240 tons um árið.
Fiskiskapur eftir tunfiski í altjóða sjógvi verður skipaður sambært samtyktum gjørdar í ICCAT, sum er altjóða tunfiskafelagsskapurin.
ICCAT hevur reglur um at selja tunfisk.
Føroyar eru ikki við í ICCAT, tí kann gerast trupult at selja tunfisk, sum føroysk skip hava fiskað, antin í føroyskum sjógvi ella í altjóða sjógvi.