Vegirnir til bergholið verða ikki breiðkaðir í ár

Vegirnir til bergholið verða ikki breiðkaðir í ár
Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir til, at pengarnir verða játtaðir á langtíðaríløgujáttanini, og ikki sum eykajáttan nú
Leygardagin í næstu viku verður bergholið til Hvalbiar tikið í brúk
 
27.04.2021 - 09:41

Vegirnir í sambandi við nýggja bergholið í Suðuroynni verða ikki breiðkaðir í ár. 

Leygardagin í næstu viku verður bergholið til Hvalbiar tikið í brúk.

Men vegir í Trongisvági og í Hvalba eru ikki breiðkaðir.

Í Trongisvági er talan um 1,1 kilometur og í Hvalba um 400 metrar.

20 mió. kr.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur mælt til at lata 20 mió. kr. til hesar vegir.

Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur undir við, at pengarnir skulu játtast. Men hann heldur, at pengarnir skulu við í langtíðarløguætlanina hjá samgonguni, ikki sum eykajáttan nú.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Jógvan Skorheim, tekur undir við málinum. 

Minnilutin mælir tó til, at 18 milliónir og ikki 20, verða játtaðar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681