Samgongan vil broyta uppskotið um miðlastuðul

Samgongan vil broyta uppskotið um miðlastuðul
Eingin miðil ella miðlasamtak eigur at fáa meira enn 40 prosent av teimum 30 prosentunum, siga samgongufólkini í Mentanarnevndini
Samgongan í Mentanarnevndini mælir til at broyta uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um miðlastuðul
 
27.04.2021 - 09:04

Uppskotið hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um miðlastuðul hevur ikki fulla undirtøku í samgonguni.

Samgongufólkini í Mentanarnevndini mæla til at broyta uppskotið, so 30 prosent av stuðlinum fara til lønir hjá miðlunum.

Eingin miðil ella miðlasamtak eigur at fáa meira enn 40 prosent av teimum 30 prosentunum, siga samgongufólkini.

Hini 70 prosentini fara til verkætlanir. Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum skulu øll 100 prosentini fara til verkætlanir. 

Mæla til at tvífalda stuðulin

Samgongufólkini mæla eisini til, at broytingin ikki kemur í gildi fyrr enn næsta ár. 

Andstøðan heldur, at játtanin til miðlastuðul, sum nú er tvær milliónir krónur, eigur at hækka upp í fýra milliónir.

Stuðulin til verkætlanir, tvær milliónir, eigur at koma afturat teimum tveimum milliónunum, sum nú eru. Og verandi skipan eigur at verða endurskoðað. 

Andstøðan í Mentanarnevndini mælir løgtinginum til at fella uppskotið um miðlastuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681