- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dansifeløg og skótar skulu eisini fáa hjálp

Dansifeløg, skótar og aðrir almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg eiga eisini at fáa fíggjarliga hjálp úr landskassanum, tí korona hevur gjørt, at tey hava mist pengar.
Fólk í Mentanarnevndini í løgtinginum, fólk í øllum flokkum uttan Sjálvstýri, hava lagt fram lógaruppskot um tað.
Tey siga, at fyrri hjálparpakkin fyri listafólk hevði hesar felagsskapir við. Men tey eru ikki við í hjálparpakkanum, sum nú er á veg.
Kostar eina millión
Uppskotið fer at kosta eina millión krónur. Avtala er gjørd við Fíggjarnevndina um, at hon setir ta eina milliónina í álitið um eykajáttanarlógina fyri apríl 2021.
Almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg fáa stóran part av sínum inntøkum, tí tey leiga út høli. Ta inntøkuna hava tey mist.