- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur umlættinggardepil í Hoyvík
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20191104_godar_tusund_kronur_meira_0188.jpg?itok=lpf8lYSb)
Fyrst í mai letur nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd í Rólantsgøtu í Hoyvík upp. Tá ið depilin verður tikin í nýtslu, hækkar kapasiteturin úr 18 plássum upp í 27 pláss, sum øll verða savnað í nýggja deplinum í Hoyvík.
Tørvurin á umlætting og rehabilitering er vaksin seinastu árini, og tað hevur tískil verið ein avbjóðing at veita umlætting til øll tey, sum hava tørv á tí, sigur Tórshavnar kommuna.
Í 2019 samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at byggja ein depil í Hoyvík, ið skuldi økja um møguleikarnar fyri at fáa umlætting og rehabilitering.
Av tí at tørvurin á umlætting hevur verið stútt vaksandi seinastu árini, hevur Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu millum annað keypt umlættingarpláss frá øðrum kommunum.