- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisveitingin verður tann sama sum nú

Tað kann tykjast margháttligt, at ein flokkur, sum sjálvur fyri stuttari tíð síðan hevur tikið undir við at fastfrysta ríkisveitingina úr Danmark, nú vil sleppa sær av við hana.
Tað heldur samgongan í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum hevur skrivað álit um uppskotið hjá Tjóðveldi at minka ríkisveitingina komandi seks árini.
Rokna við undirskoti komandi árini
Ríkisveitingin er nú 641,8 milliónir krónur. Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen og Bill Justinussen siga, at samgongan ætlar, at ríkisveitingin skal framhaldandi vera fastfryst.
Heldur ikki Javnaðarflokkurin tekur undir við uppskotinum. Aksel V. Johannesen sigur, at skal ríkisveitingin lækka, eigur tað ikki at ávirka grundleggjandi vælferðartænastur ella livikor hjá føroyingum.
Roknað verður við undirskoti komandi árini, og tí er løtan ikki at skerja ríkisveitingina. Tjóðveldi, Framsókn og Jógvan Skorheim siga hinvegin, at tíðin er búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum, millum annað, tí livistøðið í Føroyum er farið uppum tað í Danmark.