Ólavsøkuaftan verður ikki almennur frídagur

Ólavsøkuaftan verður ikki almennur frídagur
Samgongan í Mentanarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum frá Sirið Stenberg í Tjóðveldi
Korona hevði við sær, at á ólavsøku í fjør skipaðu býarpartar í Havn sjálvir fyri ymiskum tiltøkum. Sirið Stenberg í Tjóðveldi hevur skotið upp, at ólavsøkuaftan skal verða almennur frídagur, men samgongan tekur ikki undir við tí
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.04.2021 - 09:03

Summi vilja fegin arbeiða á ólavsøku, enntá báðar dagarnar.

Og tey, sum vilja hava frí til at fara á ólavsøku, fáa tað. 

Tað siga umboðini hjá samgonguni í Mentanarnevndini hjá løgtinginum seg hava fingið at vita bæði frá arbeiðsgevarum og fakfeløgum, sum nevndin tosaði við.

Taka ikki undir við uppskotinum

Nevndin hevur viðgjørt uppskotið til samtyktar hjá Sirið Stenberg í Tjóðveldi um at gera ólavsøkuaftan til almennan frídag.

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum.

Hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at samráðast um.

Politiski myndugleikin skal ikki leggja seg upp í samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum, halda umboðini hjá samgonguni í Mentanarnevndini.
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681