600 fastognir seldar um árið

bannari
600 fastognir seldar um árið
Enn er ikki talan um nakran stóran trupulleika, at útlendingar vilja keypa ognir uttan fyri miðstaðarøkið, sigur samgongan í Rættarnevndini
Helst er ein vaksandi áhugi millum útlendingar at keypa fastogn í Føroyum, men enn er ikki talan um ein stóran trupulleika, sigur samgongan í Rættarnevndini
Mynd: Savnsmynd  
 
19.04.2021 - 08:55

Okkurt um 600 fastognir verða seldar í Føroyum um árið. Útlendingar keypa millum tríggjar og tíggju teirra.

Tað stendur í álitinum hjá Rættarnevndini, sum hevur viðgjørt eitt uppskot hjá Tjóðveldi um at forða útlendingum í at keypa fastogn í Føroyum.

Í viðgerðini í nevndini er komið fram, at helst er ein vaksandi áhugi millum útlendingar at keypa fastogn í Føroyum. 

Ikki stórur trupulleiki

Enn er tó ikki talan um nakran stóran trupulleika, siga samgonguumboðini í Rættarnevndini.

Meklarafyritøkur upplýsa, at útlendingar serliga vilja keypa ognir uttan fyri miðstaðarøkið, sum oftast summarhús, har útlendski eigarin býr ein part av árinum.

Tinglýsingin hevur ikki tøl um, hvussu nógvir útlendingar eiga fastogn í Føroyum. 

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi, tí eitt uppskot um útlendingar og fastogn er á veg úr landsstýrinum. Tað uppskotið er til hoyringar til 23. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878