- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magnus Heinason verður seldur
Magnus Heinason verður seldur
Ætlanin er at fáa í minsta lagi 3,5 mió. kr. fyri skipið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0375.jpg?itok=qOR58eba)
Magnus Heinason er lagdur, og nú hevur landsstýrið biðið tingið um heimild at selja skipið
16.04.2021 - 10:11
Landsstýrið hevur biðið løgtingið um loyvi til at selja gamla havrannsóknarskipið Magnus Heinason fyri í minsta lagi 3,5 mió. kr.
Landsstýrið sigur, at nakrir møguleikar um framtíðina hjá Magnusi Heinasoni eru viðgjørdir.
Men ikki er avgjørt, hvussu verður við skipinum.
Ein møguleiki er at selja skip og útbúnaðin umborð í einum.
Annar møguleiki er at selja skip og stóran part av útbúnaðinum í einum og tað, sum so er eftir av útbúnaðinum, fyri seg.
Triði møguleikin er at selja allan útbúnaðin í skipinum serskilt og lata skrokkin, uttan útbúnað, til ávíst endamál í sambandi við froskmanna og kavaravirksemi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV