Góð millión aftrat til Glasir

Góð millión aftrat til Glasir
Peningurin skal nýtast til útstoypingar millum betongelement
Skúladepilin við Marknagil er framvegis við í eykajáttanarlógum
 
16.04.2021 - 09:56

Skúladepilin við Marknagil er framvegis við í eykajáttanarlógum.

Nú verður biðið um 1,2 mió. kr. til tað, sum eitur útstoypingar millum betongelement.

Pengar vóru til hesar útstoypingar, men ein partur av teimum varð brúktur til at gjalda rentur í sambandi við gerðarrættarmálið um skúladepilin.

Tær vóru 1,2 mió. kr. størri enn mett, tí rentan skuldi roknast eftir danskari rentulóg og ikki eftir tí føroysku.

Í eykajáttanarlóg, sum kom í desember í fjør, vóru 12,2 mió. kr., seks milliónir til útstoypingar og 6,2 milliónir til garðarrættarmálið millum TG-verk og Landsverk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946