Afturkalling umfatar eisini laks frá Miklagarði

Afturkalling umfatar eisini laks frá Miklagarði
Afturkallingin av kaldroyktum laksi, sum var send út mánadagin 29. mars, umfatar eisini laks merktur frá Miklagarði
 
03.04.2021 - 14:28

Miklagarður í SMS í Havn boðar frá, at afturkallingin av kaldroyktum laksi, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan sendi út mánadagin 29. mars, nú eisini umfatar laks, sum er merktur frá Miklagarði.

Laksurin hjá Miklagarði er skorin og pakkaður av Sjógæti. Talan er um skivuskornar vørur pakkaðar eftir 1. mars í ár. Orsøkin er, at Listeria monocytogenes er ávíst í nøkrum av vørunum.

Laksurin er seldur í Miklagarði, Bónus og í Mylnunum. Miklagarður skrivar í tíðindaskrivi, at viðskiftafólk kunnu lata vøruna inn aftur til handilin ella burturbeina vøruna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965