Sethúsini dýrkaðu 90.000 krónur í fjør

bannari
Sethúsini dýrkaðu 90.000 krónur í fjør
Í høvuðsstaðnum vórðu húsini seld fyri 3,28 milliónir krónur, 183.000 krónur meira enn fyrraárið
Sethúsaprísurin í Havn dýrkaði 183.000 kr. í fjør
Mynd: Savnsmynd  
 
31.03.2021 - 11:01

Sethúsaprísirnir í Føroyum hækka framvegis. Í fjør vórðu sethúsini í miðal seld fyri 1,95 milliónir krónur, í 2019 var miðaplrísurin 1,86 milliónir krónur.

Sostatt dýrkaðu sethúsini í Føroyum 90.000 krónur í fjør sammett við fyrraárið, vísa nýggj tøl hjá Hagstovu Føroya.

Meira enn triggjar milliónir

Sethúsaprísirnir eru dýrkaðir í øllum landinum, men ikki óvæntað var prísvøksturin størstur í Havnini frá 2019 - 2020.

Í høvuðsstaðnum vórðu húsini í fjør seld fyri 3,28 milliónir krónur, sum eru 183.000 krónur meira enn fyrraárið.

Í teimum størru bygdunum og býunum dýrkaðu húsini 160.000 krónur, upp í 1,57 milliónir krónur í fjør

Fleiri hús seld

Minsti prísvøksturin í krónum var í teimum smærru bygdunum, har húsini í fjør dýrkaðu 96.000 krónur, upp í 1,32 milliónir krónur.

Tað var ikki bara miðal søluprísurin fyri sethús, sum hækkaði í fjør, tað gjørdi sølan eisini.

Í 2019 vórðu 314 hús seld í Føroyum, í fjør vórðu 376 hús seld í Føroyum, vísa tølini hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977