- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur barnagarður á Norðoyri í heyst
Nýggjur barnagarður á Norðoyri í heyst
Sáttmáli er gjørdur við Norðhús um heildararbeiðstøkuna

Okkurt um 30 pláss vera í nýggja barnagarðinum
26.03.2021 - 09:58
Ein barnagarður skal byggjast á Norðoyri, og hann skal vera liðugur longu í heyst.
Tað hevur Klaksvíkar býráð samtykt.
Hetta er ein bráðfeingisloysn.
Sáttmáli er gjørdur við Norðhús um heildararbeiðstøkuna.
Barnagarðurin og økið uttanum skal, sambært sáttmálanum, kosta slakar 8,7 milliónir krónur.
Okkurt um 30 pláss vera í barnagarðinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV