- Tíðindi, mentan og ítróttur
Allir mans tøkir, men dystarvenjingin manglar
Håkan Ericson kann velja ímillum allar spælararnar, sum eru við í føroyska ferðalagnum, tá Føroyar í kvøld spæla á útivølli móti Moldova og somuleiðis seta hol á nýggja HM-undankapping.
Men føroyski landsliðsvenjarin viðgongur, at dystarvenjingin ikki er góð.
- Nei, teir eru sjálvandi ikki í góðari dystarvenjing. Hvørki norska ella svenska kappingin eru byrjaðar, so vit hava spælarar, sum ikki hava spælt í ár, meðan teir, sum spæla í føroysku kappingini hava spælt eitt sindur, men soleiðis eru fyritreytirnar, segði Håkan Ericson við útvarpið á middegi.
- Soleiðis er støðan júst nú, og tað eru fleiri viðurskifti, sum vit kundu brúkt sum umberingar, men vit velja at hyggja at tí, sum vit hava ávirkan á, og hvussu vit kunnu fyrireika okkum sum frægast, segði Håkan Ericson.
Petur Knudsen ikki í dystarhópinum
NSÍ-framherjin, Petur Knudsen, er við á landsliðnum fyri fyrstu ferð, men hann er ikki tikin út til dystarhópin ímóti Moldova.
- Hann er við fyri at eygleiða og læra, og vit bíða eftir, at hann veruliga er komin í dystarvenjing. Hann hevur havt smávegis skaðar at dragast við undan kappingarbyrjan, og hóast hann var við á venjingarleguni hjá landsliðnum í februar, fekk hann ikki vant við fullari ferð, so honum tørvar eitt sindur meir tíð, segði Håkan Ericson.
Bakkurin hjá HB, Daniel Johansen, er heldur ikki við í dystarhópinum í kvøld.