Øll ferðafólkini á Norrönu koronukannast

bannari
Øll ferðafólkini á Norrönu koronukannast
Tvey ferðafólk, sum eru umborð á skipinum, ið er á veg til Íslands, hava smittuna
 
23.03.2021 - 07:46

Tá Norröna kemur á Seyðisfjørð klokkan ellivu fyrrapartin, fara fólk frá koronumyndugleikunum um borð at kanna tey bæði fólkini, sum hava koronusmittuna.

Íslendskir myndugleikar kunngjørdu í gjár, at tvey ferðafólk, sum komu umborð í Danmark, eru koronusmittað.

Høvdu negativa kanning at vísa á

Fólkini høvdu 72 tímar gamla negativa koronuroynd við sær. Men tá tey vórðu kannað fyri koronu á Norrönu var úrslitið positivt. Tey eru avbyrgd umborð.

Hildið verður ikki, at tey hava smittað onnur umborð. Tá Norröna kemur á Seyðisfjørð, verða øll ferðafólkini kannað. Tey skulu í sóttarhald í fimm dagar, og so kannast aftur.

Tey, sum eru smittað, verða framvegis avbyrgd, meðan kannað verður, um smittan kanska er gomul. Tey smittaðu hava ikki sjúkueyðkenni, verður sagt í fráboðanini. 77 ferðafólk eru við Norrönu hendan túrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikan 12. apríl 2025
191337
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117