Vit fáa meira burtur úr koppingarevnum

Vit fáa meira burtur úr koppingarevnum
Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum koppsettu tilsamans 1354 fólk úr seinastu sendingini av koppingarevni frá Phizer
4.039 fólk hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett
 
22.03.2021 - 13:51

Vit fáa meira burtur úr hvørjari sending av koppingarevni enn Danmark, og mest sum einki fer fyri skeytið, skrivar korona.fo.

Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum koppsettu tilsamans 1354 fólk úr seinastu sendingini av koppingarevni frá Phizer, og tað er umleið sama tal av koppsetingum, síðani farið varð at koppseta.

Samanborið við donsku royndirnar við Phizer, er hetta nógv, tí nýggjasta støðufrárgeiðingin frá danska heilsustýrinu, sigur, at talið í Danmark er í miðal um 1200 koppsetingar úr hvørjari sending.

Tað svarar til, at vit fáa 13 prosent meira koppingarevni úr hvørjari sending frá Pfizer/BioNTech, skrivar korona.fo.

4.039 fólk liðugt koppsett

Fríggjadagin vórðu 84 fólk koppsett. 79 fólk fingu fyrra prikið, og fimm fingu seinna prikið.

Steðgur er nú í koppsetingini, til nýggja sending av koppingarevninum Pfizer/BioNTech kemur til landið mikukvøldið.

Nú eru tilsamans 9.427 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.388 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 4.039 fólk hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117