- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka støðu til koppsetingina hósdagin
Taka støðu til koppsetingina hósdagin
Nærum 150.000 fólk í Dannmark hava fingið fyrra prikið við AstraZeneca

22.03.2021 - 09:09
Í seinasta lagi hósdagin fara donsku myndugleikarnir at taka støðu til, um koppsetingin við AstraZeneca skal takast uppaftur, ella um koppingarevnið skal kannast gjøllari.
Fleiri fólk fingu blóðtøpp, eftir tey vórðu koppsett við koppingarevninum frá AstraZeneca, og tí avgjørdu donsku myndugleikarnir at gevast við koppsetingini í fjúrtan dagar. Og teir eru farnir hósdagin.
Nærum 150.000 fólk hava fingið fyrra prikið við AstraZeneca, og 583 fólk eru liðugt koppsett við hesum koppingarevninum í Danmark.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV