Bilsøla átalu fyri søluupplýsingar

Bilsøla átalu fyri søluupplýsingar
Tey, sum keypa bil í Føroyum, eiga at fáa at vita, hvør tænasta er galdandi í Føroyum og ikki í Danmark
Ein bilsøla fær átalu fyri villeiðandi upplýsingar í sølutilfari. Myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið, umrøtt í greinini
 
16.03.2021 - 07:26

Brúkaraumboðið sigur, at ein bilsøla hevði í sølutilfarinum um ein bil knýtt upplýsingar uppí um, at eitt fimm ára service- og umvælingarhald fylgdi við bilkeypinum.

Men keyparin fekk tó at vita, at garantiið er bara tvey ár. Bilsølan segði, at fimm ára service- og umvælingarhaldið bara er galdandi í Danmark.

Keyparin kærdi til Brúkaraumboðið, sum gjørdi bilsøluna varuga við mistakið. Brúkaraumboðið vísti til lógina um marknaðarførslu, sum ásetur, at sølu- og lýsingartilfar ikki má vera villleiðandi.

Í hesum føri komu keypari og bilsølan ásamt um eitt nøktandi service- og umvælingarhald, so Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV