Lønargjaldingarnar minkaðu í februar

Lønargjaldingarnar minkaðu í februar
Vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp, sigur Hagstovan
Hjá monnum minkaðu lønargjaldingarnar í februar, men hjá kvinnum vuksu tær
Mynd: Hagstovan  
 
15.03.2021 - 11:01

17 milliónir krónur færri vórðu goldnar í lønum í februar, enn sama mánað í fjør.

Tilsamans vóru lønargjaldingarnar 875 milliónir kr. í februar, og vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp, sigur Hagstovan. 

Í februar fingu menn 548 milliónir kr. í lønum, 35 milliónir færri enn fyri einum ári síðani. Kvinnur fingu 327 milliónir í lønum, 18 milliónir fleiri enn somu tíð í fjør.

Sambært hagtølunum hjá Hagstovuni, er vøkstur enn í lønargjaldingum til almennar og privatar tænastuvinnur, men í byggivinnuni og fiskivinnuni er vøksturin steðgaður upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. apríl
Sement 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965