Vísa aftur at AstraZeneca elvir til blóðtøpp

bannari
Vísa aftur at AstraZeneca elvir til blóðtøpp
Okkara kanningar benda ikki á, at vandi er fyri blóðtøppi av koppingarevninum fyri koronu, sigur heilivágsfyritøkan
Koppingarevnið frá AstraZeneca er undir illgruna fyri at elva til blóðtøpp, men tað vísir heilivágsfyritøkan aftur
 
12.03.2021 - 09:47

Tað sigur fyritøkan, AstraZeneca, nú fleiri lond eru givin at koppseta fólk, eftir fleiri dømi um hjáárin.

Ritzau skrivar, at leiðslan í AstraZeneca vísir aftur, at vandin fyri blóðtøppi er størri, um fólk verða koppsett við teirra koppsetingarevni.

Okkara kanningar siga einki um, at vandin fyri blóðtøppi í lungunum, ella onnur hjáárin, standast av koppingarevninum hjá okkum, siga umboð fyri AstraZeneca við Ritzau.

Í veruleikanum eru hjáárinini hjá teimum, sum eru koppsett, minni enn vanligt, skrivar AstraZeneca.

Nóg trygt

ES hevur boðað frá, at koppingarevnið hjá AstraZeneca er nóg trygt, og tí kunnu lond halda fram at nýta evnið.

Bæði Frakland og Kanada hava boðað frá, at tey meta koppingarevnið frá AstraZeneca at verða trygt.

Danmark er givið at koppseta við AstraZeneca fyribils, eftir fleiri tilburðir av blóðtøppi. Millum annað doyði ein 60 ára gomul kvinna eina viku eftir, at hon varð koppsett, skriva danskir miðlar.

Koppingarevnið frá AstraZeneca er ikki komið til Føroya.

30 tilburðir

Heilivágsstovnurin í ES, EMA, hevur upplýst, at 30 tilburðir av blóðtøppi eru staðfestir í ES, eftir at fimm milliónir fólk eru koppsett við koppingarevninum frá AstraZeneca.

Men dentur verður lagdur á, at tað er ikki meir enn vanligt, og tí ber ikki til at siga, um koppingarevnið er orsøk til tað.

Bretland heldur fram at koppseta fólk við koppingarevninum frá AstraZeneca, hóast Danmark, Noreg og Ísland hava gjørt av at steðga á.

11 milliónir skamtar av koppingarevninum frá AstraZeneca eru latnir Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117