Samferðslan byrjar spakuliga aftur

Samferðslan byrjar spakuliga aftur
Busskoyringin verður tikin uppaftur, tá ið líður á dagin
Koyringin hjá Bygdaleiðum verður tikin uppaftur, tá ið líður á dagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2021 - 09:04

Vindurin minkar spakuliga, og tað hevur við sær, at samferðslan spakuliga byrjar aftur.

Teistin, sum ikki hevur siglt í morgun, fór úr Skoåpun nú kl. 9.

Fyribils verður ikki siglt millum Sand og Skúvoy fyri veður.

Bussarnir fara eisini at koyra aftur, men tað er varisliga.

SSL boðaði fyri løtu síðani frá, at koyringin verður tikin uppaftur, tá ið líður á dagin, og tað sæst á heimasíðuni, SSL.fo.

Fyri veður siglir Hasfjord ikki millum Gomlurætt og Skopun í dag, sigur Strandferðslan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817