Forsetin í Sýria fingið koronu

bannari
Forsetin í Sýria fingið koronu
Bæði forsetin og kona hansara hava mild sjúkutekin, stendur í fráboðanini
Bashar al-Assad, forseti, og kona hansara, Asma, hava bæði fingið staðfest koronu
 
08.03.2021 - 16:08

Forsetin í Sýria, Bashar al-Assad, og kona hansara hava fingið staðfest COVID-19.

Tað siga embætisfólk hjá forsetanum í einari fráboðan í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.

Bæði forsetin og kona hansara hava mild sjúkutekin, ljóðar tað í fráboðanini.

Tey bæði hava tað gott og halda fram við at arbeiða heimanífrá meðan tey eru í sóttarhaldi.

55 ára gamli Bashar al-Assad hevur verið forseti í Sýria síðani 2000, tá hann tók við embætinum eftir pápa sín, sum var forseti frá 1971.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946