- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona setti ferð á talgildu undirvísingina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2019-10-30-10h25m37s970.png?itok=B4jMa6Yf)
Korona hevur sett ferð á talgildu undirvísingina í føroyska fólkaskúlanum. Í dag eru tríggjar ferðir so nógvir brúkarar á office365-pallinum um dagin hjá fólkaskúlanum enn undan koronu.
– Vit síggja, at nýtslan er farin nógv upp, og at eftirspurningurin eftir talgildum amboðum er vaksin, sigur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi hjá Námi, við Skúlablaðið.
Áðrenn koronu vóru okkurt um 600 brúkarar dagliga innritaðir á office365, sum er talgildi pallurin, fólkaskúlin brúkar. Í tíðarskeiðnum, meðan fólkaskúlarnir í Føroyum vóru afturlatnir í mars-apríl í fjør, fór talið upp á 5.000 um dagin.
Nýtslan minkað aftur
Áhugin fyri tí námsfrøðiliga partinum av fjarundirvísingini er veruliga vaktur eftir at ferð er komin á talgildu undirvísingina í skúlaverkinum.
– Hetta hevur av álvara varpað ljós á tørvin á førleikamenning í talgildari undirvísing, sigur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi hjá Námi, í samrøðu við Skúlablaðið.
Fyrstu tíðina, skúlarnir lótu uppaftur, var eisini nógv nýtsla; í dag er nýtslan minkað nógv aftur, til umleið 1.000-1.500 brúkarar um dagin, sum er ein trífalding av tí, sum tað var áðrenn koronu.