Ferðslan veksur...spakuliga

Ferðslan veksur...spakuliga
Tað koyra heldur fleiri bilar í Eysturoyartunlinum enn tað hava gjørt, vísa nýggj hagtøl
 
05.03.2021 - 05:01

Ferðslan í Eysturoyartunlinum veksur. Men tað gongur spakuliga, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum við útvarpið.

Nýggjastu tølini vísa, at í februar koyrdu 3.897 bilar í miðal um samdøgrið í Eysturoyartunlinum. Tá ið tað var ókeypis at koyra, koyrdu fleiri enn 7.500 bilar í miðal ígjøgnum um samdøgrið.

Tillagingar ikki væntandi í næstum

Í Degi og viku 4. februar vórðu tølini gjørd upp viku fyri viku. Tey tølini vísa, at 3.764 bilar koyrdu ígjøgnum í viku fýra, sum var seinasta vikan í januar.

Nú er miðaltalið fyri allan februar 233 hægri. Vøkstur er á leiðini millum Hvítanes og Eysturoynna, ikki nakað serligt millum eystara og vestara arm á Eysturoynni.

Í hesi vikuni vórðu prísir tillagaðir fyri vørubilar, men aðrir bólkar skulu ikki vænta nakrar tillagingar enn, sigur Teitur Samuelsen, stóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369