Flogvinnan bløðir av koronu

Flogvinnan bløðir av koronu
Lufthansa hevði 50 milliardir kr. í halli í fjør, og hallið hjá Norwegian var 17 milliardir
Ferðafólkatalið hjá Lufthansa minkaði úr 140 milliónum í 2019 niður í 36 milliónir í fjør
 
04.03.2021 - 09:47

Koronukreppan sæst aftur í roknskapinum hjá stóra flogfelagnum Lufthansa, sum hevði heilar 50 milliardir krónur í halli í fjør.

Tað er langt frá úrslitinum árið fyri, tí í 2019 hevði Lufthansa níggju milliardir krónur í avlopi.

Í 2019 ferðaðust útvið 140 milliónir fólk við flogførunum hjá Lufthansa. Í fjør var ferðafólkatalið góðar 36 milliónir.

Tríggir av fýra stólum vóru sostatt tómir í fjør.

Norwegian eisini illa fyri

Ógvusliga afturgongdin hjá norska flogfelagnum Norwegian stendur við. Í februar í ár ferðaðust 97 prosent færri fólk við Norwegian, sammett við februar í fjør. 

Flogfelagið hevur bara átta flogfør í vinnu í løtuni, flestu teirra innanríkis í Noregi. 

Í síðstu viku legði Norwegian fram ársúrslit fyri 2020, sum vísti 17 milliardir krónur í halli. Talið av ferðandi minkaði 81 prosent í fjør, sammett við árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946