Gera íløgur á Sandsvág fyri 40 mió. kr.

Gera íløgur á Sandsvág fyri 40 mió. kr.
Mowi ætlar at tvífalda alingina upp í 4.000 tons í ár
Alringarnir hjá Mowi á Sandsvág eru fluttir longri inn, so verjast kann fyri stórari aldu, og tað hevur eydnast
Mynd: Munin  
 
02.03.2021 - 15:02

Mowi Faroes fer at gera íløgur fyri 40 mió. kr. á Sandsvág í ár, sigur felagið í tíðindaskrivi í dag. 

Ein nýggjur fóðurflaki er keyptur, og hann kemur í mai. Harumframt hevur Mowi keypt fimm nýggjar aliringar, sum eru 200 metrar. Tilsamans vera nú átta ringar, sum fara at ala góð 4.000 tons av laksi á Sandsvág.

Undanfarin ár er íløga gjørd í tríggjar ringar umframt alibát fyri umleið 20 mió. kr.

Mowi hevur í fleiri ár kannað Sandsvág og hevur gjørt royndir.

Hava flutt ringarnar longri inn

Sandsvág er eitt harðbalið øki, sum er nógv ávirkað av stórari aldu og streymi. Eftir tvær miseydnaðar royndir, heldur Mowi seg hava funnið rættað staðið at ala á. Ringarnir eru fluttir inn á vánna fyri at verja fyri stórari aldu, og tað hevur eydnast. 

Fyrsta veruliga alingin var seinasta árgang, tá góð 2.000 tons vórðu ald.

Hesin laksurin varð tikin síðsta heyst. Nú er ætlanin at tvífalda alingina upp í góð 4.000 tons, sigur Mowi Faroes.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497