- Tíðindi, mentan og ítróttur
70.000 færri gistingar í fjør, men fleiri í ár
70.000 færri gistingar vóru á føroysku gistingarhúsunum í fjør sammett við fyrraárið. Afturgongdin er 40 prosent. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni.
Men afturgongdin er ikki so stór sum á gistingarhúsum í Danmark og Íslandi. Har minkaðu gistingarnar ávikavist 50 og 70 prosent.
Korona er atvoldin til, at færri gistinætur vóru í fjør. Í hagtølunum hjá Hagstovuni telja gistinætur, hvussu nógv, og hvussu leingi gist verður.
Framgongd í ár
80.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Havn í fjør. Tað eru 45.000 færri enn árið fyri, ella 35 prosent.
Á gistingarhúsum uttan fyri Havnina vóru umleið 13.000 gistinætur í fjør. Tað eru 28.000 færri enn í 2019, og afturgongdin er umleið 70 prosent.
Hinvegin hevur framgongd verið í gistingum í januar í ár samanborið við sama mánað í fjør. Tilsamans vóru 5.500 gistinætur í januar, umleið 900 fleiri enn í fjør.
Meiri fæst at vita um tølini fyri gistingar her.