Nógv verri úrslit í 2020

Nógv verri úrslit í 2020
Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum var góðar 460 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Tað var 802 milliónir í 2019
 
23.02.2021 - 06:53

Í fjórða ársfjórðingi í fjør hevði Bakkafrost samtakið 37,7 milliónir krónur í halli. Í sama ársfjórðingi í 2019 hevði samtakið 220 milliónir krónur í vinningi.

Tøkan í fjórða ársfjórðingi í Føroyum og í Skotlandi var 25.262 tons í kruvdari vekt, 15.957 tons í Føroyum og 9.305 tons í Skotlandi.

Bakkafrost ætlar at taka 106.000 tons í ár. Tøkan í fjør var 85.686 tons. Nettoskuldin hjá Bakkafrosti var ein milliard og 752,8 milliónir krónur, tá 2020 endaði. Hon var ein milliard og 18,7 milliónir árið fyri. 

Á ársaðalfundinum, sum verður 9. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 3,65 krónur verða latnar í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497