Breddin um støðuna í Sjálvstýri

Breddin um støðuna í Sjálvstýri
Sendingin í dag viðger burturav støðuna í Sjálvstýri, nú Jógvan Skorheim, sum hevur verið formaður síðani 2015, hevur tikið seg úr flokkinum
Jógvan Skorheim hevur umboðað Sjálvstýri í 13 ár. Hann hevur verið formaður síðani 2015
 
23.02.2021 - 13:31

Eftir 13 árum á felags kós, skiljast vegirnir hjá Jógvani Skorheim og Sjálvstýri.

Í morgun boðaði Jógvan Skorheim frá, at hann tekur seg úr flokkinum.

Tí verður Breddin í dag burturav um støðuna í Sjálvstýri.

Jógvan Skorheim og fyribils formaðurin í flokkinum, Kára P. Højgaard, vera í sendingini.

Eisini fara Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Jógvan Lutzen, stjóri á Norðlýsinum, at meta um politisku útlitini hjá Sjálvstýri í framtíðini.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Hósdag 6. februar
RagnarRokk 6.februar 2025
185815
Hósdag 6. februar
RagnarRokk: Nicke Andersson um Overdriver
185814
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155