Kunnu fáa ókeypis tulk 20 tímar um árið

Kunnu fáa ókeypis tulk 20 tímar um árið
Sambært uppskoti um kunngerð, veitir Almannaverkið fýra sløg av tulking
Tulkatænastan varð nógv brúkt, tá landsstýrið skipaði fyri tíðindafundum um støðuna við koronu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.02.2021 - 09:02

Eitt uppskot um kunngerð um tulkatænastu er gjørt og sent til hoyringar.

Uppskotið er gjørt við heimild í lógini frá í fjør um almannatrygd og tænastur.

Sambært uppskotinum kunnu fólk við ongari ella niðursettari hoyrn ella fólk, sum hava teknmál sum mál, fáa ókeypis tulk upp til 20 tímar um árið til, sum tað stendur í uppskotinum, at taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur.

Tulkur verður veittur sambært umsókn til Almannaverkið.

Sambært uppskotinum veitir Almannaverkið fýra sløg av tulking: teknmálstulking, teknstuðlað samskifti, tak-til-tulking ella skrivitulking.

Er avlopsorka í tulkatænastuni, kunnu myndugleikar ella privat keypa hana.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369