- Tíðindi, mentan og ítróttur
650.000 krónur til yrkisleiklist
Seks verkætlanir fáa tilsamans 650.000 krónur í stuðli til yrkisleiklist. Tað er greitt, nú Mentamálaráðið hevur kunngjørt, hvør fær yrkisleiklistastuðul í ár.
Millum teirra, sum fáa stuðul til pallseting, eru eitt operaverk, "Ó - søgur um djevulskap," og ein serføroysk dansisýning.
"Ó" skal pallsetast
Størsta stuðulin fær listabólkurin Tvazz hjá Gunnvá Zachariasen, ið fær 180.000 krónur til at pallseta "Ó - Søgur um djevulskap" hjá Carl Johan Jensen.
Det Ferösche Compagnie fær 170.000 krónur, opera.fo fær 130.000 krónur til eitt verk, og ein dansiframførsla fær 100.000 krónur í stuðli.
Tað er Leiklistaráðið, ið hevur givið gevur Mentamálaráðnum tilmælið, sum landsstýrismaðurin hevur fylgt.