Vilja forða fyri matvøruspilli

Vilja forða fyri matvøruspilli
Javnaðarflokkurin vil hava løgtingið at fáa landsstýrið at stovna matvørubanka
 
11.02.2021 - 06:50

Ein matvørubanki forðar fyri, at matur fer fyri skeytið. Javnaðarflokkurin vil tí hava løgtingið at fáa landsstýrið at stovna matvørubanka.

Sambært ST fer ein triðingur av øllum matvørum burtur. Matvørubanki kom í Danmark í 2008, Fødevarebanken eitur hann.

Sjálvboðin reka hann

Fólk kunnu vera limir fyri 100 krónur um árið. Matvørubankin tekur avlopsmat og letur teimum hann, sum hava brúk fyri honum.

Ein føroyskur matvørubanki kann skipa fyri samstarvi millum teirra, sum longu nú útvega fíggjarliga sperdum fólkum mat.

Javnaðarflokkurin mælir tí eisini til, at landið rindar fyri ein samskipara í matvørubankanum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949