- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisveitingin og hernaðarmálið til fyrstu viðgerð
Tvey uppskot hjá Tjóðveldi, annað um ríkisveitingina og hitt um hernað og trygd, fáa fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.
Tjóðveldi vil hava, at ríkisveitingin úr Danmark verður send aftur til Danmarkar.
Ríkisveitingin er 641,8 mió. kr.
Skal minka næstu seks árini
Hon kann minka millum 67,3 og 150,5 mió. kr. um árið komandi seks árini, stendur í uppskotinum hjá Tjóðveldi.
Tí inntøkurnar í fíggjarlógini vaksa, so fíggjarlógin kann gerast óheft av ríkisveitingini.
So hvørt inntøkur landsins vaksa, fara 50 prosent av inntøkuvøkstrinum til at minka ríkisveitingina í fíggjarlógini.
Tey fara í Búskapargrunnin og haðani aftur til Danmarkar.
Tá 641,8 mió. kr. eru fluttar, fær Danmark boð um, at vit vilja ikki hava ríkisveitingina longur.
Hin helvtin av inntøkuvøkstrinum verður standandi í fíggjarlógini.
Ikki brúkast sum amboð í hernaðarmálum
Tjóðveldi heldur eisini, at nú er neyðugt aftur at staðfesta, at Føroyar og føroyingar skulu ikki brúkast sum amboð hjá øðrum í hernaðarmálum og í trygdarmálum.
Landsstýrið skal alt fyri eitt boða donsku stjórnini og altjóða samfelagnum frá, at bara Føroya fólk og løgtingið gera av, hvat verður gjørt í hernaðarmálum og trygdarmálum á landi, sjógvi og í loftrúminum í Føroyum, sigur Tjóðveldi í uppskoti til samtyktar.