- Tíðindi, mentan og ítróttur
15 vilja vera mentanarleiðari
15 vilja vera mentanarleiðari
Sjey kvinnur og átta menn hava søkt starvið sum leiðari á Mentanardeildini í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/william_vitjar_listaskalan.png?itok=mJtLmG_F)
Mentanardeildin í aðalráðnum umfatar mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg
09.02.2021 - 09:31
15 fólk hava søkt um starvið sum leiðari á Mentanardeildini í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.
Talan er um sjey kvinnur og átta menn.
Martin Næs, sum var deildarstjóri, fór frá fyri aldur í fjør summar. Hann var í Mentamálaráðnum í 13 ár.
Mentanardeildin umfatar mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.
Ætlanin er, at starvið verður sett nú í februar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV