Suðurafrika gevst at brúka AstraZeneca

Suðurafrika gevst at brúka AstraZeneca
Kanningarúrslit vísa, at koppingarevnið verjir ikki nóg væl fyri suðurafrikanska virusfrábrigdinum av covid-19
 
08.02.2021 - 09:33

Suðurafrika gevst við at brúka koppingarevnið frá heilvágsfyritøkuni AstraZeneca, skrivar Reuters.

- Suðurafrika brúkar ikki koppingarevnið aftur, fyrr enn granskarar geva okkum ráð um, hvussu vit skulu halda fram, sigur Zweli Mkhize, heilsumálaráðharri í Suðurafrika.

Fyribilsúrslit í einari kanning benda á, at koppingarevnið verjir ikki nóg væl fyri suðurafrikanska virusfrábrigdinum av covid-19.

Koppingarevnið eigur at geva fulla verju fyri deyða og álvarsliga sjúku orsakað av frábrigdinum.

Menna nýggjan variant

AstraZeneca segði leygardagin, at koppingarevnið verjir ikki fyri mildari sjúku av suðurafrikanska frábrigdinum, men verjir fyri álvarsliga sjúku.

Nú sigur Sarah Gilbert, sum hevur ment koppingarevnið, at heilivágsfyritøkan arbeiðir við nýggjum varianti av koppingarevninum, og at tað fer at veita fulla verju fyri koronufrábrigdinum úr Suðurafrika.

- Eftir øllum at døma verður tað klárt í heyst, segði Sarah Gilbert við BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114