- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seksualundirvísing í viku sex
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vika_sex.png?itok=MIfIN2XA)
Aftur í ár skipa Amnesty, Fólkaheilsuráðið, politiið og Almannamálaráðið/Sig frá! fyri tiltakinum viku sex.
Ljós verður varpað á kropp, kenslur, fyribyrging, mørk og kropslig rættindi.
Fyrstaárs næmingar í yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing nú í vikuni.
Felagið Kyn stendur fyri undirvísingini.
Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík, og hildið verður fram týsdagin og mikudagin á Glasi. Hósdagin fáa næmingarnir á Kambsdali undirvísing.
Einki alment tiltak
Almenna tiltakið fyri fakfólk og foreldur verður ikki ár. Korona forðar fyri tí.
Men ein fyrilestur, sum eitur "Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum" hjá Marini í Dali, lækna, verður í sjónvarpinum hóskvøldið kl.19.50.
Tey, sum fyrireika viku sex, heita á lærarar í fólkaskúlanum um at hava seksualundirvísing.
Á heimasíðuni snar.fo hjá Námi er tilfar, sum kann brúkast í hesari undirvísingini.