- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hummari til húsbrúks verður ikki skrásettur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20130926_kenna_seg_illa_vidfarnar_82.jpg?itok=bUuaPLBl)
Eingin ætlan er um at seta forboð fyri at fiska sær eitt kók, nú loyvi krevst at fara eftir hummara til húsbrúks.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann.
Nú verður loyvi kravt at veiða hummara til húsbrúks.
Fiskimálaráðið hevur fingið at vita, at óskipað hummaraveiða til húsbrúks hevur vundið uppá seg, og er til ampa fyri vinnuliga fiskiskapin.
Tí er ein nýggj kunngerð gjørd um hummaraveiðu.
Veiðan nógv minkað
Í 2011 var hummaraveiðan góð 50 tons.
Síðani er hon minkað so líðandi. Í fjør var hon bara góð 15 tons. Hetta er vinnuliga veiðan.
Veiðan til húsbrúks verður ikki skrásett.
Tey, sum fiska til húsbrúks, hava ikki skyldu at boða myndugleikanum frá, hvussu nógv tey fiska.
Og myndugleikin hevur heldur ikki skyldu at skráseta hummaraveiðu til húsbrúks.