- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fráferðirnar og komurnar minkaðu niður í helvt
Fráferðirnar og komurnar minkaðu niður í helvt
Ferðafólkini í januar vóru 66,5 prosent færri enn sama mánað í fjør
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ferdafolk_korona_flogvollurin.jpg?itok=GXdmSCdM)
Virksemið á flogvøllinum er nógv minkað. Í januar vóru 183 komur og fráferðir, umleið 50 prosent færri enn somu tíð í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)
08.02.2021 - 09:11
Tølini hjá flogvøllinum á Vágum eru framvegis nógv minni enn tey vóru, áðrenn korona kom.
Fráferðirnar og komunurnar hjá flogførunum vóru 183 í januar, knappliga 50 prosent færri enn í januar í fjør.
Farmurin var 58,4 prosent minni og posturin 6,1 prosent minni.
66,5 prosent færri ferðafólk
Ferðafólkini, sum fóru um flogvøllin í Vágum í januar, vóru 66,5 prosent færri í ár enn í fjør.
Hetta er størsta afturgongdin síðani í juni í fjør.
Í januar í fjør vóru ferðafólkini 23.111. Tey vóru 7.732 í januar í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV