Ber ikki til at býta um grundstykki

Ber ikki til at býta um grundstykki
Umboðsmaðurin tekur undir við Kommunala eftirlitinum, sum gav borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu viðhald
Málið um at býta um grundstykki við Klingurstjørn í Tórshavnar kommunu endaði hjá Umboðsmanninum, sum tók undir við avgerðini hjá Kommunala eftirlitinum
 
08.02.2021 - 14:20

Løgtingins umboðsmaður tekur undir við Kommunala eftirlitinum, sum segði, at ikki bar til at býta um grundstykki við Klingurstjørn 2.

Fyrst noktaði Tórshavnar kommuna umsøkjaranum at býta um grundstykki.

Men so fór málið á býráðsfund, har býtið bleiv samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti.

Borgarstjórin kærdi til Kommunala eftirlitið, sum ógildaði meirilutan á býráðsfundinum.

Kommunala eftirlitið gav borgarstjóranum viðhald.

Kærdi til Umboðsmannin

Tann, sum ætlaði at býta um grundstykki, kærdi til Løgtingsins umboðsmann, sum tó staðfesti avgerðina hjá Kommunala eftirlitinum.

Umboðsmaðurin segði eisini, at málsviðgerðin hjá Tórshavnar kommunu, í sambandi við umsóknir um umbýti av grundstykkjum, als ikki samsvaraði við tað, sum kann væntast av einum myndugleika í sambandi við málsviðgerð av fyrisitingarligum avgerðum, so sum at skjalføra allar viðkomandi upplýsingar. 

Løgtingsins umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina átalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188