Lýsa eftir sjey kommunulæknum

Lýsa eftir sjey kommunulæknum
Umsóknarfreistin er til middags 18.februar
Sjey kommunulæknastørv eru leys at søkja í løtuni
 
05.02.2021 - 13:07

Heilsutrygd lýsirir nú eftir sjey kommunulæknum í fýra læknadømum. 

Í Norðoya læknadømi er eitt starv leyst at søkja. 

Í Suðuroyar læknadømi eru trý størv leys at søkja, tvey á Tvøroyri og eitt í Vági. 

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv leys at søkja, eitt í Runavík og eitt á Strondum, fyribils, tí arbeitt verður við at savna læknarnar í Skálafjarðar læknadømi í Heilsudepilin í Runavík.

Og í Vestmanna læknadømi er eitt kommunulæknastarv leyst, tað er í Kollafirði.

Ymiskt er, hvussu nógv fólk eru knýtt at viðtalunum. Tey eru 1.000 í Vági og 1.750 í Klaksvík.

Umsóknarfreistin er til middags 18.februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114