- Tíðindi, mentan og ítróttur
Loysa fyrsta flagið mánadagin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/tunlar_nordur_um_fjall_1.jpg?itok=ghc1ZpOa)
Mánadagin 8. februar á middegi verður fyrsta flagið loyst í sambandi við nýggju tunlarnar norður um Fjall. Tiltakið verður í Ánunum.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomið, og síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at halda røðu og loysa fyrsta flagið.
Articon fer at gera arbeiðsvegirnar. Teirra tilboð var góðar 11,2 mió krónur.
Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og níggju metrar breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur og níggju metrar breiður.
Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi.
Íbindingar og nýggjur vegur
Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar aftrat av nýggjum vegi.
Arbeiðið er mett at taka umleið fýra ár, treytað av at játtan verður til arbeiðið.
Løgtingið samtykti 26. januar at játta 522 milliónir krónur til verklagslógina.
Støðan við koronu ger, at hátíðarhaldið í Ánunum verður bara fyri innboðin.