- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kala hevur metið, sum elsta kvinna í Føroyum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/kala_ok.png?itok=AkkjVHUE)
Kala er fødd 3. september 1915, og er 105 ára gomul. Hon er ættað av Glyvrum, men flutti til Sumbiar sum barn, og hevur meginpartin av lívinum búð í Sumba. Hon býr nú á ellisheiminum á Tvøroyri. Hon er sostatt í dag 105 ár, 5 mánaðir, og 2 dagar gomul.
Elsta konufólk, sum higartil hevur livað í Føroyum, er Drikka á Fløtti frá Gjógv. Drikka var fødd 2. juli 1875, og andaðist 23. november 1980. Drikka gjørdist 105 ár, 4 mánaðir og 3 vikur gomul, og hon hevur havt metið, sum elsta kvinna í Føroyum, í 40 ár.
Kala Jensen úr Sumba er elsta konufólk, sum nakrantíð hevur livað í Føroyum.
Hjá monnum er tað Theodor Thomassen úr Sørvági, sum er elsti maður, og eisini elsta fólk, sum hevur livað í Føroyum. Theodor varð føddur 28. oktober 1908 og hann andaðist 9. mars 2016, 107 ára gamal.