Hugsaðu ov lítið um trupulleikar at gera vaksinu

Hugsaðu ov lítið um trupulleikar at gera vaksinu
Nógv seta spurnartekin við koppingartilgongdina í ES
Ursula von dee Leyen er forkvinna í ES-nevndini
 
05.02.2021 - 09:06

ES-nevndin hugsaði ov nógv um spurningin, um heilivágsfyritøkurnar yvirhøvur vórðu førar fyri at gera  koppingarevni fyri covid-19, tá samráðst var við tær um at keypa koppingarevni.

Tað ásannar forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, nú nógv hava sett spurnartekin við koppingartilgongdina í ES. 

Ursula von der Leyen viðgongur, at ES átti heldur at hugsað meira um trupulleikarnar, sum standast av at framleiða so stórar nøgdir av koppingarevni.

Fleiri veitingar eru seinkaðar, og fleiri lond í ES hava ikki fingið nøgdirnar, sum tey hava bílagt, tí heilivágsframleiðararnir megna ikki at framleiða niðurfyri.

- Hetta undirmettu vit, og tað er ein beiskur biti at svølgja, sigur ES-nevndarforkvinnan í samrøðu við miðilin, Politico.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114