- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna nú íslendska kjøtið
Kanna nú íslendska kjøtið
1100 krov eru komin til Føroya úr Íslandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/islendskir_vedrar.png?itok=h8S-1_yA)
Nú verður kannað, um gamalt íslendskt veðrakjøt verður selt í Føroyum
04.02.2021 - 13:31
Nú verður kannað, bæði í Føroyum og í Íslandi, um íslendskt veðrakjøt, sum ikki kann seljast í Íslandi, tí veðrarnir eru ov gamlir, verður selt í Føroyum.
Kjøtið verður selt fyri 45 krónur kilo, sum er meira er helvtina minni enn føroyst kjøt verður selt fyri.
1100 krov eru komin til Føroya úr Íslandi.
Fólk í Uttanríkisráðnum í Havn og í sendistovuni í Reykjavík kanna málið.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at málið verður loyst. Arbeiðið við at finna eina loysn er longu byrjað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV