Tveir ákærdir fyri álopið á Capitol Hill

Tveir ákærdir fyri álopið á Capitol Hill
Amerikanska løgmálaráðið hevur reist fyrstu ákærurnar í sambandi við álopið á Capitol Hill í Washington
 
30.01.2021 - 18:25

Samstundis lovar amerikanska samveldisløgreglan, FBI, øllum, sum kunnu geva upplýsingar um, hvør legði bumburnar nærindis bygninginum, góða samsýning. 

Løgmálaráðið hevur reist ákæru móti tveimum limum í høgravíðgongda bólkinum, Proud Boys.  Teir eru ákærdir fyri m.a. at hava samstarvað fyri at forða løgregluni í at gera sítt arbeiði. Í húsarannsókn heima hjá hesum báðum, fann løgreglan uppskriftir uppá at gera bumbur.

135 fólk eru handtikin í sambandi við uppreisturin tíðliga í hesum mánaðinum, men leitað verður framvegis eftir tí ella teimum, sum løgdu tvær rørbumbur við Capitol Hill náttina fyri álopið.

FBI hevur fleiri ferðir biðið almenninginum um hjálp til at finna tey seku, men til onga nyttu. FBI lovar nú øllum 100.000 dollarar, sum hava upplýsingar, ið kunnu vísa, hvør legði bumburnar. Upphæddin var upprunaliga 75.000 dollarar, men nú er hon hækkað upp í 100.000. Tað svarar til umleið 600.000 krónur.

FBI hevur illgruna um, at rørbumburnar skulu tarna løgregluni í sínum arbeiði, men av onkrari orsøk brustu bumburar ongantíð, skrivar Reuters.

Fimm fólk lótu lív í álopinum á Washington.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878