Halda fram við politikkinum hjá Trump í miðeystri

Halda fram við politikkinum hjá Trump í miðeystri
Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin hevur tosað í telefon við ísraelska starvsbróður sín
Antony Blinken er nýggjur uttanríkisráðharri í USA
 
28.01.2021 - 10:23

Nýggi amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur í eini telefonsamrøðu við ísraelska starvsbróður sín, Gabi Ashkenazi, sagt, at USA fer at halda fram við ætlanunum í sonevndu "Abraham-semjunum", sum Donald Trump setti sjøtul á. 

Abraham-semjurnar snúgva seg um at styrkja diplomatisku sambondini millum Ísrael og arabisk og muslimsk lond. Seinastu mánaðirnar hevur Ísrael gjørt avtalur við Sameindu Arabisku Emiratini, Bahrain, Sudan og Marokko.

Roknað verður við, at nýggi amerikanski forsetin, Joe Biden, fer at flyta amerikanska uttanríkispolitikkin eitt sindur burtur frá "America first"-hugsanini hjá Donald Trump, men Biden hevur eisini givið ábendingar um, at hann ætlar at halda fram við arbeiðnum, sum Trump byrjaði við Abraham-semjunum.

Í telefonsamrøðuni við Ashkenazi vissaði Antony Blinken eisini Ísrael um, at USA hevur ísraelsku trygdina sum hjartamál, og at Washington fer at arbeiða tætt saman við Ísrael um trygd og frið í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859